Aðalfundur 4. mars 2017

Sambært § 4 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boða til aðalfund hjá Føroyingafelagið á Fyn.

Felagið skal hava aðalfund hvørt ár í fyrsta kvartali. So nevnd felagsins hevur á nevndarfundi tikið avgerð um, at tann 4. mars 2017 kl. 16.00, verður aðalfundur hildin í Norðuratlantshúsinum í Odense.

Fundarskrá verður sambært § 4 Stk. 7 í viðtøkum felagsins:

  1. Valg af dirigent
  2. Formandsberetning
  3. Fremlæggelse af godkendt regnskab
  4. Indkomne forslag
  5. Valg af bestyrelsesmedlemmer i henhold til § 6
    • Formand
    • 2 bestyrelsesmedlemmer
  6. Øvrige valg i henhold til § 6
    • 2 bestyrelsessuppleanter
    • 1 revisor
    • 1 revisorsuppleant
  7. Fastsættelse af kontingent for kommende år
  8. Eventuelt

Sambært § 4 Stk. 11 skulu øll uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, verða handað nevndini í seinasta lagi tíggju dagar áðrenn fundin, t.v.s. tann 22. februar 2017.

Fyri at sleppa at atkvøða til aðalfundin, umframt at stilla upp til val, skal ein hava goldið limagjaldið fyri 2017 áðrenn aðalfundin, umframt at eisini møta persónliga til fundin. Ein kann tó stilla upp uttan at verða tilstaðar, við at handa formanninum eina fullmakt áðrenn fundin.

Tey, sum ivast um tey eru limir, kunnu senda ein teldupost til Denne email adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. og spyrja.

Tey, ið ikki hava endurnýggjað sín limaskap, tríggjar mánaðar eftir ein aðalfund, verða strikað sum limir.

Viðtøkur felagsins eru at finna HER og limur kann ein gerast HER

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn