Minnist til limagjaldið fyri 2017

Sambært § 3 stk. 3 í viðtøkum felagsins, er limaárið kalendaraárið, so tíðin er komin til at gjalda limagjaldið fyri 2017.

 Árliga limagjaldið, ið bert er 100 kr., verður goldið við at flyta peningin á konto nr. 5388-244672 í Arbejdernes Landsbank. Minnist til at viðmerkja navn títt á flytingina.

 Hevur tú enn ikki tilmeldað teg sum lim, so gerst tað við at útfylla oyðublaðið HER umframt at flyta peningin.

 Ágóðar fyri at verða limur, umframt at stuðla felagnum, eru:

  • Kostnaðurin fyri ymsu tiltøkini er munandi lægri, enn hjá ikki limum
  • Kostnaðurin á tí, ið barrin selur, m.a. øl, kaffi og kaka, er lægri, enn hjá ikki limum
  • Einans limir kunnu atkvøða á aðalfundum felagsins, umframt eisini stilla upp til nevndarval

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn