Limaskapur

Hornasteinurin undir einum hvørjum felagi er limirnir. Soleiðis er eisini hjá Føroyingafelagnum á Fyn. Tí hevði tað glett okkum, um tú hevði tekna teg sum lim í felagnum.

Ágóðar fyri at verða limur, umframt at stuðla felagnum, eru:

  • Kostnaðurin fyri ymsu tiltøkini er munandi lægri, enn hjá ikki limum

  • Kostnaðurin á tí, ið barrin selur, m.a. øl, kaffi og kaka, er lægri, enn hjá ikki limum

  • Einans limir kunnu atkvøða á aðalfundum felagsins, umframt eisini stilla upp til nevndarval

  • Limir í Føroyingafelagnum kunnu gerast vinir av Norðuratlantshúsinum ókeypis

Limaárið fylgir kalendaraárinum, og er frá januar til desember. Limagjaldið fyri 2024 er 100 kr. fyri tey, ið eru 18 ár og eldri, 50 kr. fyri tey, sum eru 12-17 ár, og 20 kr. fyri tey undir 12 ár.

Hug at gerast limur?

Útfyll formularin niðanfyri ella send ein teldupost til felagid@fyn.fo har tú upplýsir*: 

  • Navn og eftirnavn

  • Bústað, postnummar og bý

  • Telefonnummar

  • Føðingardag

Minst til at flyta 100 kr., 50 kr. ella 20 kr., ið er árliga limagjaldið**, til konto nr. 5388-244672 í Arbejdernes Landsbank ella til MobilePay 71007. Viðmerk navn títt á flytingina.

* Tínar upplýsingar verða bert brúktar til hagtøl.
** Frá 1. august hvørt ár er møguligt at tekna hálvárs limaskap, og bert gjalda hálvt limagjald.