Sleipnir 2016.jpg

Róðrarfelagið Sleipnir

Róðrafelagið Sleipnir er partur av Føroyingafelagnum á Fyn. Sleipnir er okkara seksmannafar.

Vit royna at manna bátar til tær árligu stevnurnar í Danmark og um ein ikki hevur hug til kappróður, er møguleiki eisini fyri hugnaróðuri og útferðum. Tað einasta, ið krevst, er at blíva limur í Føroyingafelagnum á Fyn og Róðrarfelagnum Sleipnir. Limagjaldið er einans 100 kr. til hvørt felag.  

Retningslinjur fyri Róðrarfelagið Sleipnir

Fyri at rógva við Sleipnir, eru gjørdar nakar leiðreglur(retningslinjur), ið skulu yvirhaldast. Hetta er fyri at gera tað so lætt sum møguligt fyri øll, bæði róðrarfólk og nevndina hjá Føroyingafelagnum. Tær eru eisini til, fyri at tryggja at trygdin verður hildin og at Sleipnir verður viðfarin uppá besta hátt.

Lesið Retningslinjur fyri Róðrarfelagið Sleipnir

Stevnur í 2024

  • 1. juni - Tvørabáturin Regatta í Nordhavn

  • 8. ella 15. juni - Atlantic Airways regatta: Rógving frá Lynettehavn til Neystið í Ishøj

  • 31. august - Sleipnir Regatta í Odense

  • 14. september - Sóljan Regatta í Sorø

Samskifti:

Soleiðis kemur tú í samband við Róðrarfelagið Sleipnir

Teldupost: sleipnir@fyn.fo


Til øll, ið hava hug at rógva á Fyn, er gjørdur ein serligur bólkur á Facebook, har samskift verður um manningar, tiltøk og annað, sum hevur við rógving at gera. Øll eru vælkomin. Tað einasta, ið krevst, er at blíva limur í Føroyingafelagnum á Fyn og Róðrarfelagnum Sleipnir.

Facebook bólkurin sæst her
Instagram profilurin sæst her

Limagjald

Limagjaldið til Róðrarfelagið Sleipnir er 100 kr, og verður flutt á egna konto í Arbejdernes Landsbank.

Konto nr.: 5388-0244877 

 

Sleipnir á Instagram

 

Sleipnir Regatta 2018: Katrin S. Bech

Sleipnir Regatta 2018: Hanna Müller

Venjing í góðum veðri: Katrin S. Bech

Sleipnir Regatta 2018: Anna Maria S. Jørgensen

Havnekulturfestival 2019: Niels Andersen