Flaggdagshald og døgurði

Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense. Aftaná verður (mánadags)døgurði serveraður fyri teimum, ið eru tilmeldað. Tilmeldingarfreist er 22. apríl.

 Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Síðan heldur Kaj Joensen flaggrøðu í hølum felagsins á 2. hædd.

 Føroyingafelagið á Fyn, ið hevur skipað fyri mánadagsdøgurða eina ferð um mánaðin, borðreiður í hesum sambandi við kalva og tilhoyri.

 Omaná verður kaffi og okkurt afturvið.

 Tað er avmarkað nøgd, so tit verða biðin um at melda til í seinasta lagið 22. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.. Goldið verður við dyrnar.

 Døgurði við omaná kostar 50,- fyri limir, og 75,- fyri ikki limir, 30,- fyri børn undir 12 ár.

 So komið oman í Norðuratlantshúsið týsdagin, tann 25. apríl 2017, og heiðra Merkið og fáið ein góðan bita aftaná saman við góðum selskapi.

Rulla páskaregg á Stige Ø

Rulla páskaregg...
Rulla páskaregg...
Rulla reyð, rulla blá, rulla hvít, rulla grá...

So verður aftur í ár farið at rullað páskaregg.

Tiltakið byrjar kl. 14.00, eins og undanfarin ár. Men í ár verður tiltakið hildið á Stige Ø, tætt við tey reyðu húsini.

Tey sum skulu rulla, hava sjálvi kókaði egg við heimanífrá, men tað verður møguligt at lita eggini á staðnum, Føroyingafelagið hevur litir.

Tiltakið er ókeypis, men møguligt verður at keypa grillaðar pylsur og drekkivørur.

Øll eru vælkomin at rulla páskaregg.

Føroyingafelagið á Fyn havt aðalfund

Nevndin 2017
Tann árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum á Fyn varð hildin leygardagin, tann 4. mars, í Norðuratlantshúsinum í Odense. Skráin, sum var sambært § 4 stk. 7 í viðtøkum felagsins, sá soleiðis út:

  1. Val av orðstýrara
  2. Forkvinnan leggur fram frásøgn
  3. Roknskapurin verður lagdur fram
  4. Innkomin uppskot
  5. Val av nevndarlimum sambært § 6
    • Formann
    • Tveir nevndarlimir
  6. Onnur val sambært § 6
    • Tveir eykalimir
    • Ein grannskoðari
    • Ein eykagrannskoðari
  7. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
  8. Annað

 Hans Atli Dahl bleiv valdur til orðstýrara.

 Síðan tók næstforkvinnan, Sára Tummassardóttur, leysliga samanum árið. Forkvinnan, Guðrið Nattestad, var burturstødd, og luttók tí ikki á aðalfundinum. Men hon hevði boðað frá, at hon ikki stillaði uppaftur.

 Hareftir legði Rani Lagfoss, kassameistari, fram ársroknskapin hjá Føroyingafelagnum. Árið gav eitt lítið hall, og komst hetta av, at tvey av tiltøkunum ikki eydnaðust, sum ein hevði vónað, men harafturat vóru eisini nakrar íløgur gjørdar, ið ávirkaði endaliga úrslitið.

 Í 2016 byrjaði Føroyingafelagið at hava Pub-Quiz og Mánadagsdøgurða fast, áleið einaferð um mánaðan. Hesi bæði tiltøk, hava fingið eina sera góða móttøku.

 Sleipnir hevði onga bátsmanning havt, og sást hetta aftur í limatalinum, eins og í róðrarfelagnum sum heild.

 Í 2016 bleiv bankaskiftið gjøgnumført, og hevur Føroyingafelagið tí nú konto hjá Arbejdernes Landsbank.

 Limirnir sóu onki galið við roknskapinum, ið varð góðkendur av grannskoðara felagsins, og bleiv hann tí einmælt samtykin.

 Onki uppskot var komið inn til aðalfundin, so farið varð víðari til val av nevndarlimum.

 Sum áðurnevnt, stillaði Guðrið Nattestad ikki uppaftur, og tí skuldi ein nýggjur formaður finnast. Hanna Müller og Sára Tummassardóttur stillaðu báðar upp. Tað endaði við, at Hanna bleiv vald til forkvinnu felagsins tvey tey næstu árini.

 Síðan skuldu tveir nevndarlimir fyri 2 ár veljast, umframt ein nevndarlim fyri 1 ár, tí Hanna Müller, ið var vald sum nevndarlimur fyri enn 1 ár, var nú vald til forkvinnu.

 Joan Ziskason og Sára Tummassardóttur stillaðu báðar uppaftur fyri 2 ár, meðan Durita Johansen stillaði upp fyri 1 ár. Tær blivu allar tríggjar, einmælt samtyktar.

 Sum eykalimir, stillaðu bæði Rannvá Olsen og Enid Tummassardóttur uppaftur, og blivu báðar einmælt samtyktar.

 Til grannskoðara stillaði Hans Atli Dahl upp, og Jørgen Højgaard Jørgensen stillaði upp til eykagrannskoðara. Báðir blivu einmælt samtyktir.

 Limagjaldið fyri 2018 bleiv óbroytt, so tað verður verandi 100 kr. fyri hvønn, og 100 kr. eyka fyri tey, ið eru partur av ítrótti felagsins, t.d. rógving.

 Undir annað, bleiv kjakast um møguligan stuðul, hvussu, hvar og til hvat bleiv søkt, og hvørjar ágóðar hetta kundi hava.

 Síðan aðalfundin hevur nevndin skipað seg, og sær soleiðis út nú, Hanna Müller forkvinna, Rani Lagfoss kassameistari, Sára Tummassardóttur næstforkvinna og umboðar felagið í brúkararáðnum í Norðuratlantshúsinum í Odense, Durita Johansen skrivari, Páll av Kák Olsen hevur ábyrgdarøki Ítrótt, Jákup Olaf Jacobsen hevur ábyrgdarøki Samskifti og Joan Ziskason hevur ábyrgdarøki Mentan.

Fleiri greinar ...

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn