ByensO.jpg
 

Norðuratlantshúsið

Í november í 2013, lat Norðuratlantshúsið í Odense dyrnar upp, og her sluppu Føroyingafelagið, Íslendingafelagið og tey bæði grønlendsku feløgini at halda til, og eru har enn. Tiltøkini Føroyingafelagið skipar fyri eru sum oftast á 2. sali og Norðuratlantshúsið hevur javnan framsýningar, konsertir og annað á skránni, eisini við føroyskum listafólki. Harafturat brúka vit neystini hjá Frigglauget til okkara róðrarbát, Sleipnir. Neystini eru beint uttanfyri húsið og hava eitt meira føroyskt dám yvir sær.
 

 

Upplatingartíðir:

 

Norðuratlantshúsið

Hósdag 13.00 - 18.00
Fríggjadag 13.00 - 18.00
Leygardag 11.00 - 14.00

Handilin

Hósdag 13 - 18.00
Fríggjadag 13.00 - 18.00
Leygardag 11.00 - 14.00

Matstovan

Mánadag - Fríggjadag 11.30 - 24.00
Leygardag 10.00 - 24.00
Sunnudag 10.00 - 18.00

 

Samskifti:

 

Norðuratlantshúsið

Nordatlantisk Hus
Nordatlantisk Promenade 1
5000 Odense C

Telefon: 6613 7085
Teldupostur: mail@dgh-odense.dk
Heimasíða: nordatlantiskhus.dk

 

Matstovan

Restaurant Nordatlanten
Nordatlantisk Promenade 1
5000 Odense C

Telefon: 2239 7600
Teldupost: info@restaurantnordatlanten.dk
Heimasíða: restaurantnordatlanten.dk

 

Ungdómsíbúðir

Í Norðuratlantshúsinum eru undgómsíbúðir, ið lesandi frá oyggjunum í norðuratlantshavi, har ímillum føroyingar, hava fyrsta rætt til. Meira sæst HER

 

Tak niður faldara um Norðuratlantshúsið í Odense [PDF]

 

Vinir av Norðuratlantshúsinum

Tú kanst fáa avsláttur og tilboð frá handlinum og matstovuni við at verða vinur av húsinum. Limir í Føroyingafelagnum kunnu gerast vinir av húsinum ókeypis.