Limaskapur

Hornasteinurin undir einum hvørjum felagi er limirnir. Soleiðis er eisini hjá Føroyingafelagnum á Fyn. Tí hevði tað glett okkum, um tú hevði tekna teg sum lim í felagnum.

Ágóðar fyri at verða limur, umframt at stuðla felagnum, eru:

  • Kostnaðurin fyri ymsu tiltøkini er munandi lægri, enn hjá ikki limum

  • Kostnaðurin á tí, ið barrin selur, m.a. øl, kaffi og kaka, er lægri, enn hjá ikki limum

  • Einans limir kunnu atkvøða á aðalfundum felagsins, umframt eisini stilla upp til nevndarval

  • Limir í Føroyingafelagnum kunnu gerast vinir av Norðuratlantshúsinum ókeypis

Limaárið er frá januar til desember. Limagjaldið fyri 2019 er kr. 100,- fyri vaksin.

Hug at gerast limur?

Útfyll formularin niðanfyri ella send ein teldupost til felagid@fyn.fo har tú upplýsir*: 

  • Navn og eftirnavn

  • Bústað, postnummar og bý

  • Telefonnummar

  • Føðingardag

Minst til at flyta kr. 100, ið er árliga limagjaldið**, til konto nr. 5388-244672 í Arbejdernes Landsbank ella til MobilePay 71007. Viðmerk navn títt á flytingina.

* Tínar upplýsingar verða bert brúktar til hagtøl.
** Eftir 1. august hvørt ár er møguligt at tekna hálvárs limaskap, og bert gjalda 50 kr.

Navn *
Navn
Føðingardagur
Føðingardagur