Tiltøk alt ári
Ári runt, skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri ymsum tiltøkum til limirnar.
Mánadagsdøgurðin er áleið einaferð um mánaðin og matskráir verða kunngjørdar leypandi. Dansifelagið Miðgarðsormur dansar ta mesta av árinum, eisini til tiltøk. Róðrarfelagið Sleipnir skipar fyri bæði hugna– og kappróðri frá vári til heyst. Nordatlantisk kor er felagskórið hjá føroyingum, íslendingum, grønlendingum og danskarum á Fyn. Føroysk fótbóltáhugaði sparka saman um veturin, tá áhugi er fyri tí.
Tað eru ymisk familjutiltøk, til høgtíðir og annað. Sjálvandi eru eisini góðar veitslur, tann árliga Sleipnir Regatta, bindiklubbar og nógv annað í Norðurlatlantshúsinum.
Saknar tú nakað, ert tú altíð vælkomin at skriva til okkum við hugskotum.