Tilbage til Alle begivenheder

Jólahald við gudstænastu og jólaheilsum

Føroyingafelgið á Fyn skipar fyri føroyskari jólagudstænastu og jólahaldi 8. desember 2018.

Byrja verður kl. 14.00 við gudstænastu í Sct. Hans kirkju.

Eftir jólagudstænastuna verður farið í sóknarhúsið, ið liggur við kirkjuna.

Føroyingafelagið á Fyn bjóðar bollar og kakao. Eisini verður dansað um jólatræið og børnini fáa vitjan av jólamanninum.

Sum vant, fáa vit eisini høvið at senda jólaheilsur til okkara kæru heima í Føroyum.

Senere begivenhed: 26. december
Samanskotsveitsla 2. jólakvøld 2018