FO:
Eins og undanfarin ár, skipar Føroyingafelagið fyri Flaggdagshaldi t. 25. apríl í Norðuratlantshúsinum. Í ár verður tað bara størri enn vanligt og í samstarv við Norðuratlantshúsið, tí Kulturens Døgn er samstundis.
Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Í ár eru tað 85 ár síðan, at Merkið bleiv viðurkent sum okra flagg.
Kl. 17.15 fara dansarar frá Det Kongelige Teater Balletskolen Odense at framføra til føroyskar tónar í stovuhæddini, har framsýningin Flejestang anno 2025 hjá Yoko Matsumoto skapar pallmyndina.
Kl 17.30 heldur fólkatingspolitikarin og hálvi føroyingurin, Bjørn Brandenborg, flaggdagsrøðuna.
Kl. 18 er Flaggdagsdøgurði í felagshølinum á 2. hædd, fyri teimum, sum eru tilmeldað (FREISTIN AT MELDA TIL ER 21. APRÍL).
Til døgurða verða frikadellur við tilhoyr. Omaná verður ein drekkamunnur, við onkrum góðum afturvið.
Døgurði og drekkamunnur kostar 90,- fyri limir, 140,- fyri ikki-limir og 35,- fyri børn undir 12 ár. Lesandi við galdandi lestrarkortið fáa lestraravsláttur, soleiðis at tað kostar 75,- fyri limir og 110,- fyri ikki-limir.
Tað er avmarkað nøgd, so ein skal hava melda seg til seinast mánadagin 21. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á felagid@fyn.fo. Goldið verður við dyrnar.
Kl. 20 ferð Dansifelagið Miðgarðsormurin uppá gólv, og um viðrar verður dansa uttanfyri Norðuratlantshúsið. Eftir føroyskum siði verður snapsur skonktur í ringinum. Øll eru vælkomin at luttaka í dansinum.
Ein fyribils skrá er:
Í Dans, Stolt Signild, Sinklars vísa, Í Gøtu ein dag, Flóvin Bænadiktsson og Jákupsa Skegg.
Aftaná dansin verður hugni í neystinum hjá Frigglauget, har tað verður møguligt at keypa føroyskar drykkjuvørur og annað. Kanska at onkur føroysk smakkroynd eisini verður at fáa.
Kl. 21.30 verður faklagonga á Byens Ø við íblástri frá føroyskum nýggjárhaldi, har blikk eisini vera tendra.
Kl. 22 kemur Sleipnir, ið blívur 10 ár á degnum, rógvandi inn til Norðuratlantshúsið við sangarinnuni Kvirr (Eva Døgg Bragadóttir), ið syngur meðan róð verður. Komin í land verður ein lítil konsert við henni á terrassuni hjá Norðuratlantshúsinum.
So komið oman í Norðuratlantshúsið fríggjadagin t. 25. apríl at heiðra Merkið, nú tað eru 85 ár síðan, at tað fyrstu ferð bleiv alment viðurkent.
Les meira sum skránna til Kulturens Døgn á Nordatlantiskhus.dk
Føroyingafelagið á Fyn fær ikki stuðul frá Kulturens Døgn til tiltakið.
DK:
Som i de foregående år arrangerer Den Færøske Forening Flagdag d. 25. april i Nordatlantisk Hus. I år er det bare endnu større og i samarbejde med Nordatlantisk Hus, fordi Kulturens Døgn er samtidigt.
Flagdagsarrangementet, der er gratis, begynder med, at Merkið bliver hejst udenfor Nordatlantisk Hus kl. 17.00, mens flagsangen "Sjá, tú blánar" bliver sunget. I år er det 85 år siden, at Merkið blev anerkendt som vores flag.
Kl. 17.15 kommer dansere fra Det Kongelige Teater Balletskolen Odense til at fremføre til færøsk musik i stueetagen, hvor udstillingen Flejestang anno 2025 af Yoko Matsumoto danner scenografien.
Kl. 17.30 holder folketingspolitikeren med de færøske rødder, Bjørn Brandenborg, flagtalen.
Kl. 18 er der Flagdagsmiddag i foreningslokalerne oppe på 2. sal, for dem, der er tilmeldt (FRIST FOR TILMELDING ER D. 21. APRIL).
Til middag er fiskefrikadeller med tilbehør, bagefter er der noget lækkert til dessert.
Middag med dessert koster 90,- for medlemmer, 140,- for ikke-medlemmer og 35,- for børn yngre end 12 år. Studerende med gyldigt studiekort får studierabat, så det koster 75,- for medlemmer og 110,- for ikke-medlemmer.
Der er begrænset plads, så man skal have tilmeldt sig middagen senest mandag d. 21. april. Tilmelding sker ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo. Der betales ved ankomst.
Kl. 20 er færøsk dans med danseforeningen, Dansifelagið Miðgarðsormurin, og hvis vejret er til det, bliver der danset udenfor Nordatlantisk Hus. Efter færøsk skik bliver snaps skænket i danseringen. Alle er velkomne til at danse med.
Et foreløbigt program er:
Í Dans, Stolt Signild, Sinklars vísa, Í Gøtu ein dag, Flóvin Bænadiktsson og Jákupsa Skegg.
Efter dansen er der hygge i bådhuset hos Frigglauget, hvor det vil være muligt at købe færøske drikkevarer og andet. Muligvis vil der også være nogle færøske smagsprøver.
Kl. 21.30 er der fakkeloptog på Byens Ø med inspiration fra færøsk nytårsaften, hvor der også vil blive sat ild til blikdåser.
Kl. 22 kommer Sleipnir, der bliver 10 år på dagen, roende ind til Nordatlantisk Hus med sangerinden Kvirr (Eva Døgg Bragadóttir), som synger, imens der bliver roet. Kommet i land er der en lille koncert med hende på terrassen hos Nordatlantisk Hus.
Så kom og hædre Merkið i Nordatlantisk Hus, fredag d. 25. april, nu da det er 85 år siden, at det blev offentligt anerkendt.
Læs mere om programmet til Kulturens Døgn på Nordatlantiskhus.dk
Den Færøske Forening på Fyn får ikke tilskud til arrangementet fra Kulturens Døgn.