FO:
Leygardagin t. 24. oktobur skipar Dansifelagið Miðgarðsormurin fyri dansistevnu í Norðuratlantshúsinum í Odense.
Tiltakið kostar 100 kr. fyri hvønn. Tað er avmarkað pláss, og seinasta freist at melda til er leygardagin t. 17. oktobur. Ein meldar til við at senda teldupost til felagid@fyn.fo og gjalda fyri veitsluna. Hetta kann gerast við at flyta peningin á konto nr. 5388-244672, ella við MobilePay á nr. 71007. Minst til at viðmerkja ”Dansistevna + navn” í flytingini. Tilmeldingin er bindandi.
Dyrnar lata upp kl. 17. Áleið kl. 18 verður fari til borðs, har tað verður borðreitt við smyrjibreyð. Tað verður sjálvandi durasnapsur og skonkt í ringinum.
Áleið kl. 20 verður fari upp á gólv. Har byrja verður við einari lítlari skrá, har hvørt dansifelag skipar eitt kvæði ella vísu. Aftaná er frítt hjá øllum at skipa.
Skráin kemur seinni.
Bíliga barrin hjá Føroyingafelagnum er opin alt kvøldið, har møguligt verður at keypa nógv gott.
Gjaldast kann við MobilePay og gjaldskortum. Vilja helst sleppa undan at fáa reiðupening, tí tað er ikki møguligt at veksla pengar..
Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.
Øll við áhuga fyri føroyskum dansi eru hjartaliga vælkomin, føroyingar og føroyavinir.
DK:
Lørdag d. 24. oktober arrangerer Danseforeningen Miðgarðsormurin for dansestævne i Nordatlantisk Hus i Odense.
Arrangementet koster 100 kr. pr. person. Der er begrænset plads, og fristen for tilmelding er lørdag d. 17. oktober. Man tilmelder sig ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo, samt betale for stævnet. Dette gøres ved at overføre pengene til konto nr. 5388-244672, eller via MobilePay til nr. 71007. Husk at skrive ”Dansistevna + navn” på overførelsen. Tilmeldingen er bindende.
Dørene åbner kl. 17. Omkring kl. 18 bliver maden serveret, hvor menuen består af smørbrød. Der vil selvfølgelig være velkomstsnaps og skænket i danseringen.
Omkring kl. 20 vil dansen begynde. Det begynder med et kort program, hvor hver danseforening står for et kvad eller vise. Bagefter er det frit for alle at synge for.
Programmet kommer senere.
Den billige bar hos Den Færøske Forening er åben hele aftenen, hvor der vil være muligt at købe alt muligt godt.
Der kan betales med MobilePay og kort. Vil helst undgå at modtage kontanter, da det ikke er muligt at veksle.
Man må ikke have egne drikkevarer med til arrangementet.
Alle med interesse for færøsk dans er hjerteligt velkomne, færinger og frænder.