Tilbage til Alle begivenheder

Flaggdagshald - Færøernes flagdag

  • Føroyingafelagið á Fyn Nordatlantisk Promenade 1 Odense, 5000 Denmark (kort)

FO:

Flaggdagin t. 25. apríl, er dagurin har Merkið verður heiðra. Í tí sambandi ætla Føroyingafelagið á Fyn og Norðuratlantshúsið at endurtaka tað væleydnaða tiltakið frá í fjør, og bjóða til ein dag við eini rúgvu av føroyskari mentan.

Skráin hevur tiltøk fyri bæði børn og vaksin, m.a. verkstovu fyri børn, flaggdagsrøðu, føroyskan dans, tónleik og nógv annað. Kl. 18 er døgurði við leskiligum føroyskum frikadellum.

Skráin:

Kl. 11.00 – 12.00 Verkstova fyri børn við klippiklisturdukkum í føroyskum klæðum. Tað er ókeypis.

Kl. 11.00 – 14.00 Føroyskt binding. Allir føroyskir bindiklubbar og einstaklingar á Fyn eru boðin at hittast í Norðuratlantshúsinum, har tey kunnu vísa sína binding fram. Annars kunnu tey bara binda og práta saman. Kaffi og te verður at fáa.

Kl. 11.00 – 17.00 Føroyingafelagið selur fisk frá Nordfra í neystinum.

Kl. 11.00 – 18.00 Handilin í Norðuratlantshúsinum - NORDLYS - Art, Design & Handverk er opin.

Kl. 12.00 – 17.00 Listaverk in the making. Uppliva føroyska street listamannin, Ólavur Thorsteinsson, meðan hann ger barrina hjá Føroyingafelagnum, har tað verður møguligt at keypa Føroya Bjór um kvøldið, um til eitt satt listaverk.

Kl. 12.00 – 14.00 Sleipnir, róðrarbáturin hjá Føroyingafelagnum, verður flotaður og kemur at rógva kring Byens Ø. Tað verður møguligt at koma við umborð.

Kl. 12.00 – 16.00 Pylsur, poppkorn og candyfloss verður selt við neystini.

Kl. 14.00 Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið, meðan flaggsangurin “Sjá, tú blánar” verður sungin. Síðani heldur føroyski tónleikarin og undirhaldarin Johan í Kollafirði flaggdagsrøðuna.

Kl. 14.30 – 15.30 Dansifelagið Miðgarðsormurin ferð uppá gólv. Eftir føroyskum siði verður snapsur skonktur í ringinum. Øll eru vælkomin at luttaka í dansinum.

Kl. 16.00 – 17.00 Johan í Kollafirði framførir øll síni føroysku hitt á terassuni hjá Norðuratlantshúsinum.

Kl. 18.00 – 19.30 Flaggdagsdøgurði í felagshølinum á 2. hædd. Føroyingafelagið bjóðar til døgurða við frikadellum frá Nordfra og tilhoyri. Omaná verður ein drekkamunnur, við onkrum góðum afturvið. Tað er avmarkað pláss, so ein kann melda seg til við at senda teldupost til felagid@fyn.fo. Annars er tað eisini møguligt at keypa matbillett á degnum, so longi pláss er.

Kl. 20.00 – 21.00 Stand-up framførsla við Dávur í Dali (aka David Valley). Framførslan er á enskum. Atgongumerki kostar 60 kr. (+gebyr). KEYP ATGONGUMERKI HER

Kl. 21.30 Faklagonga á Byens Ø við íblástri frá føroyskum nýggjárshaldi, har blikk eisini vera tendra.

Kl. 21.30 – 00.00 Hugni í neystinum hjá Frigglauget, har tað verður møguligt at keypa føroyskar drykkjuvørur og annað. Har verður eisini onkur føroysk smakkroynd at fáa.

Skráin verður dagførd javnan, og broytingar kunnu koma fyri. Trýst luttak á Facebook tiltakinum, fyri at fáa beinleiðis dagføringar um skránna.

Ein fyribils skrá fyri føroyska dansin er: Í Dans, Stolt Signhild, Sinklars vísa, Flóvin Bænadiktsson, Ólavur Riddararós og Jákupsa Skegg.

Døgurði og drekkamunnur kostar 90,- fyri limir, 140,- fyri ikki-limir og 35,- fyri børn undir 12 ár. Lesandi við galdandi lestrarkortið fáa lestraravsláttur, soleiðis at tað kostar 75,- fyri limir og 110,- fyri ikki-limir.

Í samband við flaggdagin hevur Restaurant Nordatlanten serlig tilboð uppá kaffi og kaku og øl/vín og snacks.

Okur gleða okum at hátíðarhalda dagin saman við tykum!

DK:

D. 25. april er Færøernes flagdag, hvor Merkið bliver hædret. I den forbindelse vil Føroyingafelagið á Fyn og Nordatlantisk Hus gentage succesen fra sidste år og invitere til en dag med en masse færøsk kultur.

Programmet byder på aktiviteter for både børn og voksne, herunder workshop for børn, flagtale, færøsk dans, musik og meget mere. Kl. 18 er der fællesspisning med lækre færøske fiskefrikadeller.

Program:

Kl. 11.00 – 12.00 Workshop for børn med klippe-klistredukker i færøsk nationaldragt. Det er gratis.

Kl. 11.00 – 14.00 Færøsk strik. Alle færøske strikkeklubber og løsgængere på Fyn er inviteret til at mødes i Nordatlantisk Hus, hvor de kan vise deres strik frem. Ellers kan de bare strikke og snakke sammen. Der vil være både kaffe og te på kanden.

Kl. 11.00 – 17.00 Den Færøske Forening sælger fisk fra Nordfra i bådhuset.

Kl. 11.00 – 18.00 Nordatlantisk Hus butik - NORDLYS - Art, Design & Kunsthåndværk er åben.

Kl. 12.00 – 17.00 Kunstværk in the making. Oplev den færøske streetkunstner, Ólavur Thorsteinsson, da han laver Den Færøske Forenings bar, hvor der om aftenen vil blive solgt Føroya Bjór, om til et sandt kunstværk.

Kl. 12.00 - 14.00 Sleipnir, Den Færøske Forenings robåd, bliver sat på vandet og kommer at ro omkring Byens Ø. Det bliver muligt at komme med ombord.

Kl. 12.00 - 16.00 Pølser, popkorn og candyfloss bliver solgt ved bådhusene.

Kl. 14.00 Flaghejsning. Merkið bliver hejst udenfor Nordatlantisk Hus, mens flagsangen "Sjá, tú blánar" bliver sunget. Bagefter holder den færøske musiker og entertainer Johan í Kollafirði flagtalen.

Kl. 14.30 - 15.30 Færøsk dans med danseforeningen Dansifelagið Miðgarðsormurin. Efter færøsk skik bliver snaps skænket i danseringen. Alle er velkomne til at danse med.

Kl. 16.00 - 17.00 Johan í Kollafirði kommer og optræder med alle sine færøske hits på Nordatlantisk Hus terrasse.

Kl. 18.00 - 19.30 Flagdagsmiddag i foreningslokalerne på 2. sal. Den Færøske Forening inviterer til middag med fiskefrikadeller fra Nordfra og tilbehør, bagefter er der noget lækkert til dessert. Der er begrænset plads, så man kan tilmelde sig ved at sende en e-mail til felagid@fyn.fo. Ellers er det muligt at købe en madbillet på dagen, så længe der er plads.

Kl. 20.00 - 21.00 Stand up show med Dávur í Dali (aka David Valley). Showet er på engelsk. Billetprisen er 60 kr. (+gebyr) – KØB BILLET HER

Kl. 21.30 Fakkeloptog på Byens Ø med inspiration fra færøsk nytårsaften, hvor der også vil blive sat ild til blikdåser.

Kl. 21.30 - 00.00 Hygge i bådhuset hos Frigglauget, hvor det vil være muligt at købe færøske drikkevarer og andet. Der vil også være nogle færøske smagsprøver.

Programmet opdateres løbende, og der kan forekomme ændringer i programmet. Tryk på deltage på Facebook begivenheden, for at få direkte opdateringer om programmet.

Et foreløbigt program til den færøske dans er: Í Dans, Stolt Signhild, Sinklars vísa, Flóvin Bænadiktsson, Ólavur Riddararós og Jákupsa Skegg.

Middag med dessert koster 90,- for medlemmer, 140,- for ikke-medlemmer og 35,- for børn yngre end 12 år. Studerende med gyldigt studiekort får studierabat, så det koster 75,- for medlemmer og 110,- for ikke-medlemmer.

I anledning af flagdagen har Restaurant Nordatlanten særlige tilbud på kaffe og kage og øl/vin og snacks.

Vi glæder os til at fejre dagen sammen med jer!

Tidligere begivenhed: 16. april
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum
Senere begivenhed: 30. april
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum