Limagjaldið fyri 2022 / Kontingentet for 2022

FO:

Føroyingafelagið vil takka øllum, sum stuðlaðu felagnum í 2021, serliga nú tá tað var enn eitt ár, ið var merkt av corona, sum gjørdi at ikki tiltøkini kundi haldast.

Um áhugi er til tess og ein vil stuðla felagnum, so er tíðin komin, at limagjaldið fyri 2022 skal gjaldast.

Á seinasta aðalfundi felagsins bleiv samtykt, at árliga limagjaldið er 100 kr. fyri tey, ið eru 18 ár og eldri, 50 kr. fyri tey, ið eru 12-17 ár, og 20 kr. fyri tey undir 12 ár. Limagjaldið til Róðrarfelagið Sleipnir er 100 kr.

Limagjaldið til Føroyingafelagið á Fyn kann flytast á kontonummar 5388-244672 í Arbejdernes Landsbank, ella til MobilePay nr. 71007. Skriva sum viðmerking 'limagjald' og navn á flytingina.

Limagjaldið til Róðrarfelagið Sleipnir kann flytast á kontonummar 5388-0244877 í Arbejdernes Landsbank. Skriva sum viðmerking 'limagjald' og navn á flytingina. Flytast kann eisini til MobilePay nr. 71007, men tá skal ein skriva 'Sleipnir limagjald' og navn sum viðmerking

Hevur ein ikki skrásett seg sum lim áður, kann hetta gerast, við at fara inn síðuna niðanfyri og útfylla frymilin.

DK:

Den Færøske Forening vil takke alle, som støttede foreningen i 2021, specielt da det igen var et år, der var påvirket af corona, som gjorde at ikke alle arrangementerne kunne afholdes.

Hvis det har ens interesse og man har lyst til at støtte foreningen, så er tiden kommet til, at kontingentet for 2022 skal betales.

På forenings seneste generalforsamling blev der vedtaget, at kontingentet er 100 kr. for dem, som er 18 år og ældre, 50 kr. for dem, der er 12-17 år, og 20 kr. for dem under 12 år. Kontingentet til Roklubben Sleipnir er 100 kr.

Kontingentet til Den Færøske Forening på Fyn kan overføres til konto 5388-244672 i Arbejdernes Landsbank, eller til MobilePay nr. 71007. Tilføj som kommentar 'kontingent' og navn på overførslen.

Kontingentet til Roklubben Sleipnir kan overføres til konto 5388-244877 i Arbejdernes Landsbank. Tilføj som kommentar 'kontingent' og navn på overførslen. Det kan også overføres til MobilePay nr. 71007, da skal en bare tilføje ‘Sleipnir kontingent’ og navn som kommentar.

Har man ikke registreret sig som medlem før, så kan man gå ind på siden nedenunder og udfylde formularen.

Rani Lagfoss