Rógving við Sleipnir / Roning med Sleipnir

FO:

Hevur tú hug at rógva við føroyskum róðrarbáti í Odense?

Um tað so er hugnaróður ella kappróður, so er nú møguligt at byrja við róðrarfelagnum hjá Føroyingafelagnum, Sleipnir.

At kalla øll kunnu verða við, og róðrarróyndir eru ikki neyðugar fyri at verða við. Øll skulu nokk læra tað.

Øll kunning og annað, viðvíkjandi rógving í Odense og Róðarfelagnum Sleipnir, verður lagt út á Facebook-bólkin Rógving í Odense.

Tá tað kemur til kappróður, eru manningarnar hesar:
Opin bólkur kvinnur
Opin bólkur menn
Masters kvinnur
Masters menn
Veteranar kvinnur
Veteranar menn

Opin bólkur er fyri øll omanfyri 14 ár, Masters er fyri øll 28 ár og eldri, meðan Veteranar er fyri øll 45 ár og eldri.

Tað eru 5 árligar stevnur í Danmark, sum saman mynda DM í føroyskum kappróðri. Ársins fyrsta stevna verður í Odense, leygardagin tann 21. mai.

Harafturat hevur felagið eisini sera gott samstarv við Frigglauget, ið eigur neystini, har Sleipnir stendur. Saman verður tað skipa fyri útferðum og øðrum.

Fyri at verða við, krevst tað ein er limur í Føroyingafelagnum á Fyn og Róðrarfelagnum Sleipnir. Les meira um limagjaldið

Hevur ein spurningar, vil vita meira um rógvingina og felagið, ella vil melda seg til eina manning, so send ein teldupost til sleipnir@fyn.fo.

Tað er eisini møguligt at venda sær persónligt til ein av nevndarlimunum.

DK:

Har du har lyst til at ro med færøsk robåd i Odense?

Om det så er hyggeroning eller kaproning, så er det nu muligt at begynde med Den Færøske Forenings roklub, Sleipnir.

Så godt som alle kan være med, og roerfaringer er ikke nødvendige for at være med. Alle skal nok lære det.

Al information og andet, angående roning i Odense og Roklubben Sleipnir, bliver lagt ud i Facebook-gruppen Rógving í Odense.

Da det kommer til kaproning, er besætningerne disse:
Åben gruppe kvinder
Åben gruppe mænd
Masters kvinder
Masters mænd
Veteraner kvinder
Veteraner mænd

Åben gruppe er for alle over 14 år, hos Masters skal alle roerne være mindst 28 år, mens hos Veteraner skal alle roere være mindst 45 år.

Der er 5 årlige stævner i Danmark, der sammen danner DM i færøsk kaproning. Årets første stævne er i Odense, lørdag d. 21. maj.

Derudover har klubben også er meget godt samarbejde med Frigglauget, som ejer naustene(bådhusene), hvor Sleipnir står. Sammen bliver der arrangeret udflugter og andet.

For at være med, kræves det at man er medlem i Den Færøske Forening på Fyn og Roklubben Sleipnir. Læs mere om kontingentet

Har man spørgsmål, vil vide mere om roningen og klubben, eller vil tilmelde sig en besætning, så send en email til sleipnir@fyn.fo.

Det er også muligt at henvende sig personligt til en af bestyrelsesmedlemmerne.

Rani Lagfoss